Hátíðarhald á Kunoyarnakki í 1972

Í sambandi við at brøðurnir Sjúrður og Djóni Kunoy leygardagin 6. juni gingu niðan á hægsta fjall á Kunoynni, Kúvingarfjall, at seta upp eina koparplátu við ymiskum sitatum, nevndu vit at ein onnur pláta varð sett upp á Kunoyranakki, norðast á Kunoynni, í 1972.

Teir sum hava sítt navn graverað har eru: Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík, Páll Klettskarð, Haraldssund, Símun Petur Rasmussen, Haraldssund, og Johan Purkhús, Klaksvík.


Vit hava nú fingið myndir frá hátíðarhalinum, tá tann plátan varð sett upp í 1972. Myndirnar eru úr savninum hjá Johan Purkhús í Klaksvík, ið var ein av teimum, sum hevur sítt navn graverað í plátuna.


Á platuni stendur:


Áðrenn fjøllini vórðu til og tú skapti jørðina og jarðarríkið. Ja, frá ævunum til ævirnar ert tú Gud.


Tann kraft var ikki kørg, sum bygdi tey í forðum.


Ja, handaverk tíni, tey lova tær øll.


Hetta minni veri vígt skaparanum av Føroya vøkru náttúru.


Á sumri 1972


Jens Juel Sólbjórg, Jóhan Purkhús, Páll Klettskarð og Símun Petur Rasmussen