Í sambandi við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin, bjóðar Nes kommunu øllum til tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum.
Har bjóða tey øllum, bæði bygdafólki og avbygdafólki, ókeypis pannukakur aftur við góðum tónleiki, har fleiri tónleikarar og sangarar fara at syngja og spæla.
Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin og í tí sambandi eri øll vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar pannukakur og kaffi, sigur bygdaráðið.
– Nú tað er sera týdningarmikið at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælin verða hildin og tí verða fólk biðin um at koma í bili. Talan er sostatt um tað, tey kalla eitt drive in tiltak omanfyri egningarskúrarnar á Toftum og so gongur fólk til bilarnar við pannukakum og kaffi.
Í hesum sambandi gera tey eisini ein pall á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu og lurta eftir tónleiki og sangi. Tey, sum fara at syngja og spæla, eru Midnáttarsangbólkurin, Hallur Joensen, Gadders, Dania Tausen, Magni Christinasen.
Tiltakið letur upp klokkan 14. Tá ið pannukakurnar eru bakaðar og alt letur aftur klokkan 20, tá ið tey gevast at baka – og inn ímillum verður so tónleikur at hoyra,
– Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og hann fer at fáa stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu, og tað ætla tey at hátíðarhalda, siga tey í Nes kommunu.