Hátíðarhildu 30 ára starvsdagin hjá Ragnhild

Fríggjadagin 1. mai 2020 hevði Ragnhild Mørkøre, sum arbeiðir hjá Sunda kommunu, 30 ára starvsdag

Í tí sambandi var hátíðarhald fyri henni í Hósvíkar skúla í gjár, har familja og starvsfelagar vóru við.

Ragnhild byrjaði sum skrivari í Hósvíkar kommunu í 1990, og í 2005 kom hon at starvast í Sunda kommunu eftir at kommunurnar í Sundalagnum løgdu saman.

Til hátíðarhaldið hildu Heðin Zachariasen, borgarstjóri og Jógvan Mørkøre, fyrrverandi borgarstjóri røður. 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri, handaði Ragnhild eina gávu frá kommununi, og hann segði m.a. soleiðis í røðu sínari til Ragnhild:

– Ragnhild er sera arbeiðssom, viljasterk, ærukær og álítandi, hevur góð evnir at vera saman við sínum starvfeløgum, dugir væl at umgangast onnur fólk og borgarar sum koma á skrivstovuna, har eitt hvørt skal avgreiðast, segði Heðin Zachariasen.

– Fari vegna býráðið og sum borgarstjóri takka tær fyri, at tú hevur verið bulurin í kommunala arbeiðinum seinastu 30 árini, segði borgarstjórin.

Her eru nakrar myndir, sum Sunda kommuna hevur lagt út frá hátíðarhaldinum í dag.

##med2##

##med3##