Høvdahúsini latin upp

Fuglafjaðar Fornminnisfelag fer á Varmakeldu at lata gomlu Høvdahúsini upp fyri almenninginum

 

Fornminni

Fuglafirði: Næstan 200 ára gomlu Høvdahúsini í Fuglafirði verða gjørd í stand og skulu ætlandi brúkast sum livandi savn hjá Fuglafjarðar Fornminnisfelag. Á Varmakeldu fara húsini at verða opin, so fólk sleppa at síggja, hvussu langt arbeiðið við ístandsetanini er komið.

Tað standa eini fitt, lítil, avgomul timburhús í lívd av kirkjuni. Oman fyri standa eini størri, reyð sethús, sum heldur ikki eru heilt nýggj. Niðanfyri eru plantað trø, sum aftur í móti eru spildurnýggj.

Upprunaliga vórðu húsini bygd á Kinn í Lamba í 1804, greiðir Ditlev Róin, kassameistari í Fornminnisfelagnum frá. Úr hesum húsunum giftist ein dóttir til Fuglafjarðar, men gjørdist tíðliga einkja. Tað gjørdi, at foreldur hennara valdu at flyta til Fuglafjaðar. Og tey tóku húsini við sær. Tóku tey niður í Lamba og settu upp aftur Uppi við Garð, sum er oman fyri gamla kirkjugarðin í Fuglafirði, greiðir Ditlev frá.

Uppi við Garð stóðu húsini so í 50 ár frá 1835 til 1885, tá tey vórðu flutt norður á Høvda, sum tað verður nevnt í Fuglafirði.

Fuglafjørður er vaksin munandi síðan 1885 og ikki minst júst har um Høvdaleiðina. So tá Havsbrún í 1992 fór undir eina av útbyggingunum, sum verið hava, skuldu húsini burtur, tí tey stóðu í vegin fyri útbyggingini.

Fornminnisfelagið fekk húsini og flutti tey út á Kambsdal, har tey hava staðið inni í einum bilhúsi, til grundstykki fekst til tey í Fuglafirði í fjør.


Mest sama tilfar

Tað gekk strilti at fáa nakað grundøki, greiðir Ditlev Róin frá. Men tað eydnaðist so at enda at sleppa at endurreisa húsini mitt í Fulgafirði.

Roynt verður so vítt møguligt at brúka sama tilfarið, sum brúkt varð, tá húsini vórðu bygd á fyrsta sinni.

Har til er at siga, at í Fuglafirði varð bygt upp í tey, eftir at tey vóru flutt úr Lamba. Eitt kamar varð bygt uppí, tá flutt varð norður á Høvda í 1885. Men tað tilfarið var so vánaligt, at tað kundi ikki brúkast aftur. Tí er tann parturin av húsunum gjørdur úr nýggjum tilfari. Í gomlum stíli kortini.

At gamalt er, verður sannað, tá vit fara runt í húsunum. Ongastaðni ber til hjá blaðmanninum at ganga undir bitunum, og í stovuni, har loft er í, ber als ikki til at standa upprættur, so best er helst at halda seg í roykstovuni, har opið er upp í tróðrið.

At veggirnir eru gamlir, sæst væl, og Ditlev vísir á, at alt tað gamla, sum til er, verður varðveitt. Um tað so er eitt rottuhol í vegginum, hava tey latið tað verið, sum rottan gnagaði tað.

Eitt nú í stovuni er hvørt viðasprek sett aftur á sama stað, sum tað var av fyrstan tíð, húsini vórðu bygd, greiðir hann frá.

Hóast veggirnir eru av somu fjalum, sum brúktar vórðu fyri 200 árum síðan, er onkur hurð skift út. Tær eru blivnar burtur av einihvørji orsøk, hóast onkur upprunalig hurð enn er eftir. Hinar hava tey í Fornminnisfelagnum so roynt at fingið aðrastaðni frá, greiðir Ditlev frá.

? Vit hava roynt at kraddað allastaðni til bar, sigur hann og vísir á gólvið, har partar eru úr gomlu kirkjuni í Fuglafirði.


Livandi savn

Koyggjur eru sum vera man í húsinum. Tær hava verið stuttar, sum alt annað hevur verið í smærri mátistokki í 1804, enn tað er í dag.

Tó er her snýtt eitt sindur, sigur Ditlev, við tað, at ein koyggja er longd út móti tveimum metrum, soleiðis at fólk kann sova í henni.

?Tað er nevnilig ætlanin, at húsið skal kunna leigast út til ferðafólk, tá tað eina ferð er heilt liðugt. Og so er sjálvandi treyt, at tey fáa sovið.

Eitt sindur eru húsini broytt kortini, við tað, at fjósið í kjallaranum er flutt í øvugtan enda í mun til tað upprunaliga. Men tað kemst av jarðarmuninum, sum er har, húsini standa nú.

Og so eru gjørdir onkrir nútíðar hentleikar sum wc og bað í nýggja kjallaranum eisini, soleiðis at fólk kann búgva í húsunum í stytti tíðarskeið, um tað verður aktuelt.

Men fyrst og fremst er húsið ætlað til ymisk tiltøk, sum Fornminnisfelagið fer at skipa fyri.

Tað er Haraldur Kjeld, snikkari í Saltnesi, sum hevur gjørt arbeiðið við at reisa húsini aftur. Tað er á leið eitt ár síðan arbeiðið byrjaði.

Kostnaðurin fer at liggja um eina hálva millión. Men Fornminnisfelagið hevur fíggjað helvtina, sigur Ditlev Róin. Og tá er einki oyra biðið til húsini, leggur hann aftrat.

Men tað fer kortini at bera fólki til at lata húsinum nøkur oyru. Tá opið verður á Varmakeldustevnuni, verða húsini víst fram í tí líki, tey eru í í dag, hóast okkurt er eftir at gera.

Tá kunnu fólk geva eina gávu og fáa so eitt spennandi atgongumerki til at fara oman í handilin í Støð, har sum Heimavirkið og Listafelagið halda til, og fáa ein drekkamunn við drýli og kjøti afturvið.