Høvdavirkið byrjaði leygardag


Hóast Høvdavirkið í Leirvík er ein nútímans fyritøka, so vilja teir ikki útfordra skepnuna, sum teir sjálvir nevna tað.

Hetta hevði til dømis við sær, at virkið byrjaði sítt virksemi ein leygardag.

- Pápi er gamal sjómaður og vildi ikki síggja fríggjadag. Hjá íslendingum er mánadagur óeydnisdagur, so vit avgjørdu at byrja mánadag, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri. Hann greiðir víðari frá, at virkið ongantíð byrjar nakað nýtt fríggja- ella mánadag, tí higartil hava teir verið hepnir, og vilja tí ikki niðra pátrúnna, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri.