Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins og fyrrverandi løgmaður.
Hann vísir á, at tað var heldur eingin avgerð tikin um at skilja netið frá ognarliga.
– Men tað var ein ávís ónøgd frá privatu aktørunum í 2018 og fyri tað, tí sambært teimum so varð mett, at FT Net kanska var ein forðing fyri virkseminum hjá teimum. Tey hildu ikki, at FT Net var nóg gjøgnumskygt og tryggjaði javnbjóðis kapping. Tí valdi landsstýrismaðurin í vinnumálum at gera nakrar broytingar í nevndini í FT Net við tí endamáli at styrkja óheftni.
Tað var gjørt soleiðis, at nevndarformaðurin skuldi vera óheftur, og so skuldi stjórin og nevndarformaðurin í Føroya Tele eisini vera í nevndini.
Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum FM1 hevði við Aksel V. Johannesen um málið í dag.