Hóvligur vøkstur í Klaksvík

Gunvá við Keldu, Borgarstjóri
----


Ígjøgnum árini hava almennir stovnar sæð dagsins ljós í Klaksvík, flestu teirra grundlagdir av borgarum og virkjum á staðnum. Vit kunnu eitt nú nevna Klaksvíkar Sjúkrahús, Tekniska Skúla, Sjómansskúlan, Húsarhaldsskúla Føroya, Handarbeiðsskúlan og Íverksetarahúsið

Hesir stovnar hava, sum nátúrligt er, gjørt býin og kommununa meiri fjøltáttaða. Vit eiga at leggja okkum í geyma, at hesir stovnar eru bygdir upp ígjøgnum mong áratíggjur, samstundis sum stór vinnulig framgongd hevur verið.

Tað sum í størstan mun eigur lívið í Klaksvík og Norðoyggjum, er, at vit hava átt fólk við virkisfýsni, sum ongantíð hevur aftrað seg við at fara undir vinnuligt virksemi, hugsa nýtt og lagt á nýggjar leiðir.

Søgan sigur
tað so væl
Fara vit eini fimmti ár aftur í tíðina, so lesa vit í søguni um feløg sum Stella, Norðoya Samvinnufelag, Dávur úr Gerðum, Joensen & Olsen, J. J. Jacobsen, J. C. Isaksen og so flaggskipið yvir øllum J. F. Kjølbro, sum hevði stóran týdning fyri allar Føroyar.

Hesi feløg, har fleiri av teimum ikki eru til í dag, høvdu sína stóru ávirkan á framgongdina tá, og sum vit eisini merkja enn í dag. Samstundis kunnu vit í dag fegnast um, at tað leggjast fleiri nýggjar fyritøkur til. Eisini uppliva vit, at her er ein góð og hóvlig framgongd á flestu økjum, sum ger, at Klaksvíkar Býráð aftur hevur eitt ávíst rásarúm, bæði verkliga og búskaparliga.

Vinnan í dag
Innan vinnuna ídag kunnu nevnast feløg sum Palli hjá Mariannu-samtakið, JFK-samtakið, og fleiri onnur reiðarí, sum leggja nógv eftir seg her í kommununi, Klaksvíkar Sleipistøð og Pomek, har vit uppliva góðan framburð í løtuni, Landingarmiðstøð Føroya og Faroe Ship, hvørs virksemi her í kommununi er sera nógv tengt at og treytað av fiskivinnuni, NFCS, Look North, Bakkafrost, sum hevur part av virkseminum í Klaksvík og Norðfra í Hvannasundi, fyri at nevna nøkur. Allar hesa fyritøkur gera, at varðveitast kunnu avleiddar vinnur innan bæði tænastu og handil, ið soleiðis hava sera stóran týdning fyri framburðin og trivnaðin í kommunu okkara. Hetta alt er eitt veruligt íkast til útflutning Føroya. Hetta ger eisini, at vit hava so lágt arbeiðsloysi í dag.

Tilfeingisgjladið er ein
hóttan móti landinum
Tað, sum vit síggja í dag, er, at hetta virkisfýsni úti um landið er hótt. Tí er umráðandi at landsins myndugleikar gera sær greitt, hvat fer at henda, um hildið verður fast við tilfeingisgjaldið, og týdningin tað fer at hava fyri okkara land.

Henda byrða gevur landskassanum stóra inntøku, sum harvið miðsavnar stórar peningaligar upphæddir. Tað ódámliga í tí er, at hetta verður tikið av óbýttum og harvið tekur skatt bæði frá vinnuni og eisini frá teimum sum sigla við skipunum. Við hesum verður ein køvandi hond løgd á Klaksvíkar Kommunu eins og á aðrar kommunur. Tað er her, framleiðslan er, og tað er hiðani framleiðslupeningurin verður drigin inn í almenna raksturin. Eg vil fara so langt sum at siga, at tilfeingisgjaldið er ein hóttan ímóti kommunukassunum.

Í dag er tað so, at reiðaríini gjalda eina ávísa millióna upphædd í tilfeingisgjaldi, av tí missir kommunukassin fyrst skattainntøkur frá manninginini, ið fær minni hýru, síðani missir kommunukassin eisini inntøkuna av partafelagsskatti, har landið frammundan hevur skert henda inntøkumøguleika úr teimum 40% sum var kommunurnar partur, niður í 38% í seinastuni. Hetta er ongastaðni komið fram.

Eg vil við hesum siga, at tað virkisfýsni, sum úti um landið hevur lagt lunnar undir bæði privat og almenn arbeiðspláss, hevur við árunum fingið nógv verri fortreytir, og nú tilfeingisgjaldið er vorðið veruleiki, veruliga er hótt. Tí er so umráðandi at gera broytingar í hesum, so okkara samfelag fær møguleikan at menna seg við einum sunnum búskapi og hóvligum vøkstri.