Høvuðsvinna og útbúgving

Oddagrein:

Leingi er tað, ið væl skal vera. Tað eru nú eftirhondini út við trýati ár síðan, at tann nógv umrøddi skúlapakkin varð samtyktur á løgtingi. Hesin skúlapakki fekk eina umskiftandi lagnu og varð broyttur, í tráð við skiftandi politiskar raðfestingar. Hinvegin standa nú uppi tríggir av teimum upprunaliga fýra skúlunum, sum vóru í skúlapakkanum, og bert ein er fluttur í mun til upprunliga pakkan. Hesin skúli er Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, sum endaði á Kambsdali. Miðnámskúlin í Suðuroy endaði í Hovi, har hann upprunaliga varð ætlaður at vera og í fyrradagin varð so nýggjur fiskivinnuskúli í Vestmanna tikin i brúk.

Uttan mun til, hvat annars verður hildið um henda gamla skúlapakka, so hevur hann ikki verið óhentari enn so, at, tá Miðnámsskúlin í Suðuroy um stutta tíð verður tikin í brúk, so hava allar útbúgvingarnar í gamla skúlapakkanum fingið nútímans og hóskandi bygningar. Til upprunaligu ætlanina hoyrdi ein skeiðsháskúli á Sandoynni, men henda ætlan var ongantíð serstakliga greið, tó so, at tann nógv umrøddi listaháskúlin á Sandi helst man vera í ætt við hesa upprunaligu ætlan um ein skeiðsháskúla. Henda ætlan eigur tí ikki at vera slept, men avvarandi myndugleikar eiga at arbeiða víðari við tí góða hugskotinum um ein háskúla fyri skapandi og útinnandi list.

Tað er í grundini margháttligt, at hóast fiskivinnan í stórt hundrað ár hevur verið okkara høvuðsvinna, hava vit onga beinleiðis útbúgving havt í landinum innan hesa vinnu. Vit hava sjálvsagt havt eina navigatíons- og maskinmeistaraútbúgving á altjóða støði, men hesar útbúgvingar eru ikki spesifikt vendar móti fiskivinnuni. Men bøtt varð hetta, tá Fiskivinnuskúlin fyri tjúgu árum varð settur á stovn.

Tað eru allar góðar grundir til at ynskja øllum tilukku við tí stásiliga og funktionella bygningi, sum nú stendur í Vestmanna. Vit vita væl, at tað eru ikki húsini, sum mynda eina útbúgving. Hinvegin krevur einhvør nútímans útbúgving eitt minstamát av fysiskum karmum, um nøktandi úrslit skulu røkkast. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur ikki havt hetta minstamátið. Skúlin hevur húsast í fýra ymiskum sethúsum, sum ikki hava verið hóskandi. Umstøðurnar hava verið dømi um, hvussu vit raðfesta og hvussu lágt høvuðsvinnan hevur staðið í metum hjá myndugleikunum. Men nú er komin vend í, og í Vestmanna stendur ein hin mest bæriligi og funktionelli vinnuskúli í Norðurlondum. Hetta er sera gott, og tað er eingin ivi um, at allir føroyingar fegnast um, at tað langt um leingi eydnaðist at fáa til vega undirtøku fyri hesi frálíku verkætlan. Skúlin hevur stórar ætlanir. Hetta er gott, og vónandi fara allir partar at taka væl undir við hesum æltanum. Tað er sostatt einki at ivast í, at við nýggjum og nógv bøttum karmum fer innihaldið at gerast uppaftur betri og viðkomandi. Tað er sostatt alt, sum bendir á, at nýggi Fiskivinnuskúlin fer at verða til almikið gagn fyri fiskivinnuna á sjógvi og landi og sostatt fer nýggi skúlin væntandi at vera øllum samfelagnum til frama. Hjartaliga tilukku!