H71 átti besta spælaran

Mark Marcher úr H71 hevur verið størsti profilurin í føroyskum manshondbólti í vetur

Tað eydnaðist kanska ikki at vinna gull í lands- ella steypakapping hjá H71, men við tveimum spennandi FM-finalum vóru teir partur av kappingini fram til tað allarseinasta.

 

Ein partur av orsøkini er, at felagið í vetur hevur fingið framúr styrk í danska Mark Marcher, og hann fekk í kvøld heiðurin sum besti spælarin av øllum í føroyskum manshondbólti í vetur.

 

Teir tríggir, sum fingu flestu atkvøðurnar, tá ársins spælari skuldi finnast, eru allir útlendingar. Mark vann nevnliga heiðurin í kapping við Mladen Mjerimecka úr Kyndli og Filip Jojic úr VÍF.