H71 er steypavinnari hjá gentum 18

H71 vann í kvøld finaludystin í Faxe Kondi steypakappingini hjá gentum 18. Talan var um ein javnan og spennandi dyst, líka til 10 minuttir vóru eftir, tá  H71 fór framum við trimum málum. Tá avtornaði, vunnu hoyvíkingar 25-19.

 

Neistin kom annars best frá byrjan. Men tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, kom H71 upp á javnleik, og tá bríkslað var fyri hálvleiki, var støðan 12-10 til H71.

 

Seinni hálvleikur gjørdust eisini javnur, hóast H71 alla tíðina hevði munin. Neistin stríddi seg upp á javnleik fleiri ferðir. Men Annika Fríðheim Petersen, sum eisini varð kosin til dagsins leikara, stóð sera væl í H71-málinum, og sá til, at Neistin ongantíð megnaði at leggja seg á odda.

Málskjúttar:

H71: Maria Halsdóttir Weyhe 12, Durita Toftum Joensen 5, Karin Ragnarsdóttir Dam 3, Eva Barba Arge 2 og Elisabeth Holm Simensen 2, Silja Sámalsdóttir 1.

 

Neistin:

Drós Ragnarsdóttir 4, Rannvá Dahl Hanusson 4, Sólbjørt Høj 4, Ingun Kristina Persson 3, Anna Heðinsdóttir Clementsen 2, Hjørdis Viðstein 1, Fríða á Dunga 1.

Úrslit: 25-19 til H71

Hálvleiksstøða: 12-10 til H71