H71 fer í Evropa at royna seg

H71 hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag

H71 hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag.

 

Serliga kvinnurnar sýndu seg fram frá síni bestu síðu undanfarna kappingarár, tá ið tær spældu heilar sjey dystir í síni kapping, har tað rakk heilt í fjórðingsfinaluna. Og var tað ikki fyri krígshóttanini í Ukraina og einum stívrendum EHF, er ikki lætt at vita, hvussu langt tær kundu komið, heldur heimasíðan fyri.

 

Menninir rendu seg beinanvegin í grótharða mótstøðu frá norska Drammen, og hóast heimadysturin royndist væl, gjørdist einki á útivølli.

 

Brúka royndirnar

 

Alt samalt gevur royndir, og tær skulu brúkast heldur H71. Tí hevur felagið gjørt av, at bæði kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini.

 

Føroyar hava rætt til trý lið hjá kvinnum og trý hjá monnum, men enn hevur einki verið at frætt um, at nakað annað føroyskt felag hevur hug at taka við europeisku avbjóðingini hesaferð.

 

- Nú er so at brynja seg við toli, tí ikki fyrr enn týsdagin 12. juli fæst at vita, hvørji tilmeldaðu liðini eru, og sjálvt lutakastið undan fyrsta umfarinum verður ikki fyrr enn týsdagin 19. juli. Eitt gott lutakast hevur alt at siga fyri, hvussu góða byrjan tað ber til at fáa, so vit krossa fingrar og tær og vóna, at hepnið verður í okkara parti, tá ið dragast skal um dystirnar, verður sagt úr H71.