H71 hóttir av álvara

Hondbóltur: Við 34-24-sigri á Team Klaksvík mánakvøldið er H71 nú av álvara inni í FM-stríðnum. Teir spæla týðandi dyst ímóti Neistanum í kvøld.

Seint og trygt
Tað var H71, sum alt fyri eitt setti seg á dystin, og seint, men trygt, bygdi oman á leiðsluna. H71 hevði lúrt av, at Filip Jojic er stórspælandi í løtuni við eitt nú heili 16 málum ímóti KÍF leygardagin, og valdu teir at taka hann fullkomiliga burturúr spælinum við at mansverja hann.
H71 lat spælið ganga skjótt og á tann hátt pilka klaksvíksverjuna sundur, og komu teir ofta at standa púra leysir. Tíggju minuttir fyri hálvleik rann H71 av álvara frá Team Klaksvík og vann ta løtuna 8-2, soleiðis at teir vóru á odda heili 20-11 í hálvleikinum.

Eingin vandi
Í seinna hálvleiki helt H71 fram við at økja um leiðsluna. Teir skiftust við at spæla seg ígjøgnum og lata Bogdan Florea skjóta útifrá, og megnaði Team Klaksvíks-verjan ikki at gera nakað við hvørgan av pørtunum.
Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var H71 á odda 32-18. Eitt nú innskifti ungi Bogi G. Davidsen spældi ein ógvuliga góðan dyst. Álopsspælið hjá klaksvíkingum var alt ov fløkt til at kunna fanga eina væl spælandi hoyvíksverju á skeiva beininum, og hóast H71 dovnaði nakað sum dysturin leið, máttu gestirnir bara staðfesta, at teir ikki høvdu nakað at gera í Hoyvíkshøllini hetta kvøldið. H71 vann dystin 34-24 og liggja teir nú væl fyri í stríðnum um at vinna sær seinna plássið í FM-finaluni. Teir eru bara tvey stig aftanfyri VÍF og hava leikt tveir dystir færri.
Team Klaksvík er við tapinum framvegis á einum deildum 5. plássi saman við StÍF.

Týðandi dystur í kvøld
Í kvøld fær H71 vitjan av Neistanum, sum seinasta dyst gjørdi fullkomiliga av við argasta kappingarneytan hjá H71, nevniliga VÍF, við at vinna heili 43-33.
Um H71 megnar at vinna á Neistanum, eru teir javnir við VÍF á stigatalvuni, og megna teir harnæst eisini at vinna ímóti Kyndli í høllini á Hálsi sunnudagin, er tað brádliga H71, ið er einsamalt á 2. plássi.

H71 - Team Klaksvík 34-24 (20-11)

H71: Bogdan Florea (7) Bogi G. Davidsen (6) Dánjal Tórgarð (4) Hans Kári Hansen (4) Hallur Biskopstø (3) Rógvi Sørensen (2) Esbern Patursson (2) Poul Kjartan Dam (2) Sigmundur Nolsø (2) Høgni Djurhuus (1) Sigmundur Dahl (1)

Útvísingar: 1 x 2min.

Team Klaksvík: Filip Jojic (9) Dánjal Kjærbo (5) Hanus Norðberg (3) Sámal Olsen (2) Suni Clementsen (2) Jákup P. Ziskason (2) Vilhelm Vilhelmsen (1)

Útvísingar 4 x 2min.