Hoyvíkingar hava seinastu vikurnar togað seg við upp í oddastríðið, og tí høvdu teir ikki ráð til nakað annað enn eina sigur, tá teir vitjaðu hjá Neistanum í dag.
Tað eydnaðist eisini H71 at vinna, men tað stóð sera nógv á. Og tað var ikki fyrr enn seinasta korterið, at tað veruliga eydnaðist H71 at koma framum.
Eftr ein sera javnan fyrra hálvleik tóktust bláu heimamenninir nevnliga at hava fingið fatur á rætta endanum eftir steðgin, og eftir lítlum korteri vóru teir á odda við tveimum málum.
Við fimm málum á rað vann H71 sær góða støðu, men teir bláu svaraðu aftur, og so stóð á jøvnum, tá fimm minuttir vóru eftir.
Her eydnaðist tó hoyvíkingum at toga sigurin til høldar, og so eru teir framvegis førir fyri at avgera sína lagnu.
Á Skála var VÍF á vitjan, og her styrkti oddaliðið um sína støðu.
Neistin-H71 24-25 (11-12)
StÍF-VÍF 21-18 (8-13)
Støðan
VÍF 3 stig
H71 27
Kyndil 27
Neistin 18
KÍF 15
StÍF 9
Team Klaksvík 6