H71-KÍF 28-24: Hoyr dystarendan og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Pætur Thomsen hjá H71 og Andrias Nielsen hjá KÍF lýsa dystin H71-KÍF 28-24 (16-12)

##med2##

Kollfirðingar stríddust mannliga móti heimavallarfavorittunum, H71 1 í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini í kvøld. 

H71 var á odda 16-12 í steðginum, men í seinna hálvleiki stríddi KÍF seg innaftur í dystin, og tað reið um snarið tá støðan var 25-24 til H71, men hoyvíkingar riðu stormin av og vunnu 28-24, og vunnu seg harvið í hálvfinaluna. Samstundis var KÍF sent úr kappingini, uttan so, at H71 2 vinnur ein ótrúligan óvæntaðan sigur á VÍF í Vestmanna komandi leygarkvøld, og harvið skapar spenning um seinna hálvfinaluplássið.

H71 1 hevur fýra stig, VÍF hevur tvey stig. Aftast eru KÍF og H71 2 við ongum stigi. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal siga frá teimum seinastu minuttunum av dystinum.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Pætur Thomsen, ið skoraði seks mál fyri H71. Pætur fegnast um, at H71 hevur vunnið seg í hálvfinaluna, men viðgongur, at tað gjørdist óneyðuga spennandi móti dystarenda.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Andrias Nielsen, ið skoraði bert eitt mál fyri KÍF í kvøld. Andrias staðfestir, at tað er helst farið hjá KÍF, men hann kann so eisini staðfesta eitt væl betri avrik í kvøld enn í 27-36 tapinum móti VÍF farna vikuskiftið.

4) Hoyr Claus Rasmussen, viðmerkjara hjá FM1 taka samanum dystin. Claus heldur, at H71 í mun til favorittstøðuna livdi lívið dekan ov farligt í kvøld. 

##ms##

 

(H71-KÍF 28-24. Hoyr dystarendan, samrøður við Pætur Thomsen og Andrias Nielsen, og hoyr Claus Rasmussen taka samanum)