European Cup: H71 vann seinna dystin - men tapti samanlagt

H71 vann í dag seksmálssigur á RK Konjuh Zivinice

Høgni Heinason var toppskjútti hjá H71 við 10 málum (Mynd: H71)

Mansliðið hjá H71 spældi í kvøld seinna dystin í European Cup móti bosniska liðnum, RK Konjuh Zivinice.

 

Fyrradagin tapti H71 í fyrra dystinum 28-36 (14-19) fyri RK Konjuh Zivinice. 

 

Men í dag var tað H71, ið var omaná. Hoyvíkingar vunnu ein flottan 26-20 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 10-10, men í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá H71. Tíverri rakk tað ikki til ein samlaðan sigur hjá H71. RK Konjuh Zivinice vinnur tí ein samanlagdan 56-54 sigur á H71, og heldur fram í kappingini.

 

Málskjúttar H71: Høgni Heinason 10, Boas Ellefsen á Skipagøtu 4, Haraldur Karlsson 3, Jákup Egholm 3, Helgi H. Hoydal 2, William Napoleon Djurhuus 2, Brian Slyne 2. 

 

(Eingi hagtøl eru tøk fyri málverjarnar).

 

Høgni Heinason var toppskjútti hjá H71 við 10 málum (Mynd: H71)