Tá ið teir næstbestu hjá NSÍ 28. august taptu 9-0 á heimavølli ímóti grannunum á Skála, sá tað einki serligt út. Niðurflytingin spøkti, og tað sá uppaftur verri út, tá ið tað í næsta umfari endaði við 5-2 tapi á útivølli ímóti B71.
Í dag var NSÍ í Sørvági, og Rúni Rasmussen og hansara menn høvdu 8-1 stórsigur við sær til hús. Hetta er ársins størsti sigur. Síðani skrædlið ímóti Skála og trivaliga tapið á Sandi hevur NSÍ vunnið 7-1 á útivølli ímóti EB/Streymi og 2-0 á heimavølli ímóti KÍ.
NSÍ er a sjeynda plássi við 27 stigum, og tá ið tað eru fýra stig aftur til KÍ, sum er undir strikuni, so er tað nú greitt, at NSÍ eisini í 2026 fer at eiga lið í næstbestu deildini. Í síðsta umfari fær NSÍ vitjan av grannunum í Víkingi.
Í dag skoraði Pól Jóhannus Justinussen hattrikk, og eisini Jógvan Højgaard skoraði trý mál. Áron Høj legði í triðja minutti NSÍ á odda 1-0, og eisini Kári Hansen skoraði eitt mál.
Pól Jóhannus Justinussen er NSÍ toppskjútti við átta málum, og Jógvan Højgaard er honum næstur við sjey málum.
Hjá 07 Vestur var tað Jákup Henriksen, sum eftir hálvan tíma minkaði um munin til 3-1. Síðsti dysturin hjá 07 Vestur í næstbestu deildini á hesum sinni verður í Klaksvík.