Føroyska manslandsliðið venur í løtuni á Tórsvølli. Hetta er seinasta landsliðsvenjingin undan venjingarlandsdystinum móti Likenstein, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45.
Undan venjingini var tíðindafundur í nýggju hølunum á Tórsvølli. Her boðaði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, frá at hann umhugsar at gera tríggjar til fýra broytingar á liðnum í mun til dystin móti Íslandi.
– Vit koma at skifta tríggjar til fýra spælarar. Vit hava nakrar spælarar, sum eru óvissir. Teir testa vit til venjing í dag. Eg havi ein tanka um, at vit skifta tríggjar til fýra spælarar. Vit skulu eisini fyrireika okkum til at spæla uttan onkrar av lyklaspælarunum, tí ta støðuna kunnu vit koma í vegna skaðar og leikbann, sigur Håkan Ericson.
Hann helt eisini fyri, at hesin dysturin ikki kann brúkast sum ein fyrireiking til landsdystin móti Danmark, men at hetta er ein góður dystur at menna álopsspælið, tí hann heldur at vit kunnu blíva vandamiklari í framrættaða spælinum.
– Hetta er nokk meiri ein fyrireiking til dystin móti Moldova. Vit vilja eisini hækka støðið á spælinum hjá okkum, óansæð hvørjum vit spæla ímóti. Vit skulu til at skapa fleiri møguleikar. Móti Íslandi koma vit til trý skot á mál, men vit ætlaðu at røkka fimm skotum, greiddi Håkan Ericson frá.
Føroyar spæla móti Liktenstein í annaðkvøld klokkan 19.45. Í septembur spæla vit móti Moldova, Danmark og Ísrael á Tórsvølli.