Rigo Trading, sum eigur vørumerkjarættindini til vørurnar hjá góðgætisfyritøkuni Haribo, hevur verið dømt fyri at kunna fáa danskt patent uppá nágreiniliga útsjóndina á gummibjørnunum, sum Haribo hevur selt í Danmark í núverandi líki síðani 1978.
Sø- og Handelsrætturin hevur áður víst hesum aftur, eins og tað eisini er hent við Patent- og Varemærkestyrelsen og í Ankenævnet for Patenter og Varemærker.
Hóast fleiri aðrir framleiðarar við tíðini hava gjørt gummibjarnir, sum líkjast teimum hjá Haribo, so skal hetta sambært hægstarætti ikki forða týsku góðgætisfyritøkuni í at fáa patent uppá upprunaliga sniðið nú.
/Ritzau/