Hair í Norðurlandshúsinum

Sangleikurin Hair, verður í hesum døgum vístu í Norðurlandahúsinum. Frumsýningin var í gjár, og leikurin verður vístu til 23 Tað var fult í Norðurlandahúsinum, tá sangleikurin Hair hevði frumsýning í gjár. Elin á Rógvu hevur leikstjóra leikinum, og Dánjal Hoydal hevur umsett leikritið til føroyskt.

Leikurin er um ein bólk av ungum, ið búgva í New York. Vit fylgja hesum persónum yvir eitt tíðarskeið, har tey fyri tað mesta ganga skeiv, men eisini uppliva ymiskt.

Tað er Føroya Studentaskúli, sum í høvuðsheitum stendur aftanfyri leikin, men eisini tekniski skúli í Havn er við.

Tó eru fleiri av leikarunum, ið ikki ganga í skúla, men tað eru bert ung fólk, mann upplivir á pallinum í Norðurlandahúsinum í hesum døgum.