Lítlu Føroyar og stóra ES bresta nú saman í einum sildakríggi, ið ikki hevur sæð sín líka. Og mitt í rokanum er Danmark, ið hálvhjartað roynir at tæna tveimum harrum, men illa fær gjørt annað enn fylgt ES, sum vil revsa Føroyar. Og kundi eisini Danmark gjørt annað, um føroyskir flytifuglar stóðu fremstir, nú skvettast skal í egið reiður? Mammon er harður harri og bert er bróðurleyst bak…
At danskarar nú látast at tala okkara søk, er helst væl í seinna lagi, tí tað vóru danskarar, ið gingu á odda, tá ES í 1996 breyt seg inn í samstarvið um norðhavssildina og av órøttum ásetti sær sína egnu kvotu. Danskarar áttu slett ongan rætt til nakra sum helst sild og ES kanska eitt prosent av kvotuni, so um Føroyar fara allan vegin og royna málið í altjóða rætti, er kanska okkurt at fara eftir. Í øllum førum er ikki lætt at síggja nakað til burðardyggan fiskiskap hjá ES – hvørki tá ella nú.
Føroyingar royna at finna sær aðrar marknaðir í Russlandi, Asia og Afrika, og tað er bara skilagott, tí nú hava vit veruliga sæð, hvussu gott tað er at hava vinarlag við ES – og harvið eisini Danmark, tí limaskapurin í ES stýrir í veruleikanum øllum í donskum politikki. Sokallaði ríkisfelagsskapurin er allíkavæl prísgivin, tí danskarar kenna væl til ES, men vita ikki ein lort um Føroyar.
Tá vit nú skulu út at finna nýggjar marknaðir til útflutningin, kunnu vit akkurát tað sama eisini finna okkum nýggjar innflutningsmøguleikar. So at siga allur okkara innflutningur er umvegis Danmark, og tað er heldur reglan enn undantakið, at ikki onkur danskari tjenar tjúkt upp á tað, sum kemur hendavegin. Eingin orsøk er til at halda hesum skeiva roknistykki koyrandi í allar ævir, og fáa vit samstundis kappað høvdið av GATT-tollinum, liggur restin av heiminum víðopin fyri okkum.
Skuldi einki av hesum borið til, hava vit ein allarseinasta møguleika eftir. Vit kundu í vertíðini fyri sild og makrel innflutt nakrar muhammedanskar imamar, sum vit sendu umborð á skipini at vælsignað fiskin. Um vit teppibumba danska marknaðin við Halal-slaktaðari sild og Halal-slaktaðum makreli, nyttar einki hjá ES at koma við nøkrum boykotti, tí er tað nakað, danskarar ræðast verri, enn at forbróta seg ímóti ES, so er tað at fornerma muslimar. Enn er slagið ikki tapt!