Fiskavirkini kring landið fara ikki at fáa fíggjarligan stuðul til at innflyta frystan fisk til virkingar – í hvussu so er ikki í hesum umfari. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta 7,5 milliónir í stuðuli til fiskavirki, til at innflyta frystan fisk til virkingar fyri at hava eitt støðugari arbeiði.
Tað tað tekur samgongan ikki undir við, og gera Sjálvstýri og Framsókn heldur ikki. Tey halda øll, at uppskotið er áhugavert og at tað er vert at arbeiða víðari við. Tey vísa á, at fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum versnar alsamt. Í 2021 var toskafiskiskapurin hjá føroyskum skipum, umleið 9.700 tons, men nøgdirnar av hýsu og upsa vóru uppá ávikavist 7.500 og 15.300 tons, sum má metast at vera sera vánaligt. Tá er fiskiskapurin hjá flakatrolarum ikki taldur við.
Tey ásanna, at hetta hevur sjálvandi stóraa avleiðingar týdning fyri virkini á landi, tí umframt at nøgdirnar eru smáar, mugu tey eisini kappast við keyparar sum útflyta ísaða fiskin óviðgjørdan av landinum.
Tey halda eisini, at tað er sera óheppið, at virkir á landi, sum kundu skapt virðisøking og samstundis havt støðugari arbeiði til arbeiðsfólkið, ikki fáa arbeitt tí tey mangla rávøru. Kann rávøra útvegast uttanlands og kann virðisøkingin í Føroyum verða hægri enn stuðulin, eigur politiski myndugleikin at gera eina skipan, so at hetta kann verða veruleiki.
Tí halda tey, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal seta seg saman við vinnuni, at greina og finna fram til, um verandi skipan virkar sum ætlað, og um hon skal víðkast, tillagast ella kanska broytast. Men tey halda ikki, at gongd eigur at verða sett á hetta við eini eykajáttan, men at tað eigur at verða tikið frá grundini, har aðalráðini, saman við vinnuni, koma við eini ætlan fyri, hvussu vit kunnu virðisøkja mest møguliga rávøru á føroysku fiskavirkjunum.
Ruth Vang úr Framsókn heldur ikki, at ein beinleiðis stuðulsskipan, setast í gildið fyrrenn tað er kannað út í æsir, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, ikki bara fyri flakavinnuna, men fyri allan samfelagsbúskapin. Hon ásannar at nøkur øki í landinum eru serliga hart rakt av støðuni, tí har er ikki so nógv annað arbeiði. Men hinvegin gevur tað als ikki meining at stuðla fiskivinnuni í øðrum økjum, tí tað er stórur tørvur á arbeiðsmegi í fleiri vinnugreinum.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vísa á, at fleiri virkir hava innflutt frystan tosk til virkingar í Føroyum. Men hesa seinastu tíðina er kostnaðurin av at flyta fisk til landið vaksin heilt nógv, serliga í oljan er vorðin so dýr. og tí er tað ein spurningur, um tað loysir seg longur.
– Verður hetta uppskotið samtykt, kann tað tryggja eitt meira støðugt virksemi í flakavinnuni kring landið. Ikki minst í eitt nú Suðuroynni og Sandoynni, siga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi.