- Vit hava eitt barn, sum í ár heldur jól á Barnaheiminum. Onkur fer til familjuna nakrar tímar og síðani heim aftur á Barnaheimið, meðan onnur vera hjá familjuni í nakrar dagar.
Tað siga Nancy Rasmussen og Jóna Højgaard, sum báðar starvast í serligu móttøkudeildini hjá Barnaheiminum.
Vikuskiftis Sosialurin hevur verið á gátt hjá móttøkudeildini, og tosa við starvsfólkini og eina unga gentu, sum hevur búleikast á Barnaheiminum í trý ár. Men í ár fer hon heim til familjuna at halda jól í nakrar dagar.
- Um eg ikki orki tað meir, so ringi eg bara eftir starvsfólkunum á Barnaheiminum, sigur unga kvinnan við Vikuskiftis Sosialin.
Les stórt tema um fólk, sum hava heldur øðrvísi jól, í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna i Havn í dag og kring landið í morgin.