Halgidagslógin flytur eisini ungdómsdiskotekið

Tað eru ikki bert Showmenn, sum verða nervaðir av dansiforboðnum í Halgidagslógini. Eftir ætlan skuldi ungdómsdiskotek vera í Cippo leygarkvøldið, hetta verður flutt til í kvøld. Í Cippo eru tey annars byrja við at skipa fyri einum rúsfríum ungdómsdiskoteki fyri allar ungdómarnar, ið einki alment stað at hugna sær í vikuskiftum. Konseptið hevur riggað væl tær fyrstu vikurnar, og í kvøld verður aftur ein roynd gjørd í Cippo.