Hall uppá 7 mió. krónur

Fyrsta roknskaparárið hjá Trygd síðan felagið byrjaði av nýggjum, er farið aftur um og úrslitið var eitt hall uppá sjey milliónir, men leiðslan er kortini væl nøgd, tí tað er betri enn væntað

Í bløðunum seinastu dagarnar lýsir tryggingarfelagið Trygd til aðalfundar mánadagin 1. marts. Eins og vanligt er á aðalfundinum, so skal roknskapurin góðkennast.

Og tað sær í fyrsta umfarið út til at verða eitt sindur at tosa um. Fyrsta roknskaparárið hjá Trygd gav nevniliga eitt hall uppá uml. 7 mió. krónur. So er spurningurin um leiðslan er nøgd við tað úrslitið.

Hetta hava vit spurt stjóran Christian S. Nielsen um.

- Jú vit eru nøgd. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall upp á uml. 6,9 mió. krónur, og tað eru tríggjar milliónir betri enn vit høvdu ætlað tá vit byrjaðu, sigur hann.

- Tað er ógvuliga dýrt at byrjað tryggingarvirksemi, tí har er ótrúliga nógv útgerð, sum skal útvegast og hon er sera dýr. Tí høvdu vit roknað við, at undirskotið skuldi gerast nakað væl størri, enn tað gjørdist.

Christian Nielsen sigur høvuðsorsøkina til tað vera, at eitt nú edv-útgerðin gjørdist bíligari enn teir høvdu væntað. Hann sigur eina aðra orsøk til positivu gongdina verða, at tryggingartakararnir hava tikið sera væl undir við nýggja felagnum.

- Tað merkir, at inntøkurnar eru størri enn vit høvdu mett, og harvið er undirskotið minni.

Fyri at geva eina mynd av trupulleikunum sigur stjórin, at tá ein byrjar nýtt tryggingarvirksemi, so er neyðugt at endurtryggja meir enn eitt ?gamalt? felag ger, og endurtrygging kostar, sigur Christian S. Nielsen.

Men er tað rætt, at brúka ?almennar? pengar til at byrja tryggingarvirksemi við, og so serliga tá tað gevur so stórt hall?

- Eg haldi ikki, at tað kann sigast soleiðis. Fyri tað fyrsta skal sigast, at tá ein byrjar tryggingarvirksemi, so má ein vænta hall tey fyrstu trý árini. Or orsøkin er ikki tann, at vit byrja tryggingarvirksemi við prískríggi. Tað ber heilt einfalt ikki til. Vit seta okkara prísir eftir okkara kostnaðarstøði.

- Men kostnaðirnir í sambandi við byrjanina eru høgir, og tí má ein rokna við halli í byrjanini. Um ikki so langa tíð fer okkara virksemi at geva yvirskot ver ikki bangin fyri tí.


Fara undir biltryggingar

Trygd hevur lýst við, at teir skjótt fara undir biltryggingar eisini. Hetta hevur, sambært tí, sum hevur verið viðgjørt í fjølmiðlum verði dýrasti partur av virkseminum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Hvør er orsøkin til at Trygd fer undir biltryggingarnar nú, og kanska serliga tá ein hevur hall frammanundan?

- Tað er nevniliga soleiðis, at taka vit hvørt einstakt húsarhald, so eru biltryggingar størsti tryggingarpartur hjá nógvum húskjum. Tí er neyðugt at hava hetta tilboðið við í listanum.

- Men eg kann lova tær, at biltryggingarnar, sum vit fara at bjóða, fara at verða kappingarførar í bæði prísi og góðsku, sigur Christian S. Nielsen.

Hann vísir á, at Trygd hevur lagt dent á, at tryggingarnar skulu verða lættar at fáa skil á, og at øll skulu kunna skilja hvat tað er fyri trygging tey teknað.


Leggja saman við FB Holding

Í sambandi við aðalfundin verða P/F Trygd og P/F FB Holding, sum eigur allan partapeningin í Trygd løgd saman við Trygd sum tí framhaldandi felagnum. Fíggjarliga merkir samanleggingin, at eginognin hjá Trygd batnar við 38 mió. krónur eftir eini lítlari løtu.

Stjórin í P/F Trygd sigur, at orsøkin til at feløgini verða løgd saman er, at leiðslan vil gera eigaraviðurskiftini einfaldari. Eitt annað argument, sum kanska vigar enn tyngri er, at tá feløgini eru løgd saman, fær felagið loyvi til at fara undir biltryggingar uttan serloyvi. Hetta serloyvi hevur felagið havt hangandi yvir sær, síðani farið varð undir tryggingarvirksemi, og tá var orsøkin avmarkaða kapitalgrundarlagið. Við samanleggingini verður henda forðing burtur.

Vit fara í framtíðini at hyggja nærri eftir roknskapinum hjá Trygd fyri 1998.