Halldóra er dóttir Marin og Zacharias Zachariassen á Sondum. Hon traðkaði sínar barnaskógvar á Sondum, og er hon næstyngst av einum systkinaflokki upp á 12 børn.
Halldóra er gift við Rasmusi, og tey eiga trý børn. Sonni er elstur og hevur amerikanska konu og er trúboðari. Sonni og familjan hava starvast í frumskóginum í Papua Ny Guinea sum trúboðarar í mong ár. Svenning hevur konu úr Leirvík og starvast hjá Róland Vidtfelt, Svenning býr á Sondum á Sandi og Evie er gift manni úr Onglandi, og tey eru nýliga flutt til Føroyar og fara at búseta seg á Sandi.
Halldóra hevur duga væl at halda hús, hon hevur verið virkin í brøðrasamkomuni og hevur starvast í mong ár í handlinum og við bókhaldið hjá Rólanti Vidtfelt.
Halldóra hevur við sínum stilla sinni altíð veitt umsorgan, har tørvur hevur verið á tí.
Tað hava vit sanniliga merkt tá móður okkara á alt for ungum árum varð tikin frá okkum. Hjá Tantu, sum vit altíð hava kalla Halldóru, var altíð troyst at finna. Hjá Tantu og Rasmus stóð hurðin altíð opin, og vit eru tykkum báðum sera takksom fyri tað, tit hava verið og enn eru fyri okkum.
Nú Tanta verður sjeyti, er hon enn líka løtt í sinni og upp á tá, sum hon altíð hevur verið. Har Tanta er, har hendir altíð nakað, og ikki er at gloyma teir góðu drekkamunnarnar, sum hon altíð ber á borðið, tá hugt er inn á gólvið. Væl hevur Tanta duga at loyst úr lagdi, hvat tað so er. Hon dugur sera væl til hendurnar.
Vit vilja ynskja Tantu hjartaliga tillukku við degnum og Guðs ríku signing í framtíðini, við tøkk fyri tað hon altíð hevur verið fyri okkum øll.
Annebeth