Í dag upprann dagurin, sum mangir fótbóltsglaðir norðurlendingar hava bíðað eftir – nevniliga dagurin, har grannar okkara úr Íslandi skuldu spæla sín allarfyrsta dyst í einum HM-endaspæli. Teir vórðu tveittir fyri leyvurnar, tí dysturin var ímóti Lionel Messi og hinum stjørnunum úr Argentina.
Argentina byrjaði við at vera mest á bóltinum, meðan Ísland lúrdi eftir at pilka bóltin frá teimum og seta ferð á hinvegin. Argentina sendi onkrar vandamiklar bóltar innfyri, men størsta møguleikan fyrsta korterið átti Ísland, tá ið Birkir Bjarnason kom í sera góða støðu, men skeyt við síðuna av.
Tað var Argentina, sum legði seg á odda 1-0 eftir smáum 20 minuttum við máli, sum Sergio Aguero smekkaði upp undir nettakið, men bara smáar fimm minuttir seinni svaraði Ísland aftur, tá ið Alfreð Finnbogason setti ein leysan bólt eftir innlegg í málið til 1-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Argentina tillutað brotsspark, tá ið Hörður Magnússon feldi Maximiliano Meza í brotsteigarmarkinum. Lionel Messi varð settur at skjóta, men Hannes Þór Halldórsson í íslendska málinum var í fullari longd og bjargaði brotssparkinum.
Argentina sat so við og við á nærum øllum spælinum. Ísland varð trýst heilt aftur í egnan brotsteig, men har mannaðu teir eisini ein múr, sum Argentina hevði ilt við at bróta niður. Onkrir rímiligir møguleikar vóru, men íslendska verjan og málverjin spældu væl í dag.
Dysturin endaði við 1-1-javnleiki. Hetta var eitt megnarúrslit fyri Ísland, sum við einum týdningarmiklum stigi nú hevur sett seg í góða støðu áðrenn teir seinni í bólkaspælinum skulu hitta Kroatia og Nigeria. Tey bæði londini spæla í kvøld kl.19.00.
Argentina – Ísland 1-1 (1-1)
1-0: Sergio Aguero, 19.
1-1: Alfreð Finnbogason, 23.