Jólatrøini í Hvannasunds kommunu verða tendrað í annaðkvøld, leygarkvøldið hin 29. november klokkan 18.
- Almenna jólatræhaldið í ár verður í Hvannasundi, og tað verður Hallgerð Akurstein, sum fer at halda røðu.
Hetta siga tey í Hvannasunds kommunu.
Ein skrá er løgd fyri tiltakið.
Skráin byrjar klokkan 18, tá boðið verður vælkomin. Eftir hetta verður felagssangur, "Eg eri jólamaðurin" og Nissumanna og nissupápi...".
##med2##
Eftir at Hallgerð Akurstein hevur hildið sína røðu, verður "Gleðilig jól" eisini sungin sum felagssangur.
Síðan verður kaffi, te og karamellur, og børnini fáa eisini ein góðan bommpakka.











