Ársins seinasti gongutúrur verður nýggjársaftan

Ferðaleiðari á túrinum verður Jens Petur Brattalíð, og túrurin er ókeypis

Nýggjársaftan hin 31. desember klokkan 11 verður skipað fyri einum spennandi og forvitnisligum gongutúri frá vindmyllulundini í Porkerishaganum.

 

- Vit møtast við niðankoyringina til vindmyllulundina og ganga ella koyra eftir vegnum, sum fer niðan til vindmyllurnar.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Túrurin fer framvið vøkrum og sermerktum náttúruperlum sum Vágfelli, Vágsskarð, Hvannafelli og oman á Hálsin. 

 

Frá Hálsinum verður gingið oman til Vág, har útsýnið er heilt serstakt – ja, ein vøkur sjón so langt, sum eygað røkkur.

 

- Túrurin er miðal strævin, og vit heita á fólk um at vera ílatin eftir umstøðum – við góðum gangiskóm ella stilvum, húgvu og handskum.

 

Lagt verður aftrat, at túrurin er umleið 8,3 kilometrar langur og tekur umleið tríggjar tímar.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin við, men vit vilja gera vart við, at túrurin er ikki hóskandi fyri smærri børn.

 

##med2##

 

Ferðaleiðari á túrinum nýggjársaftan verður Jens Petur Brattalíð, og túrurin er ókeypis! 

 

Tað er ikki neyðugt við tilmelding, men túrurin kann verða avlýstur, um tað ikki viðrar henda seinasta dagin á árinum.

 

- Komið og upplivið Føroyar frá síni vakrastu síðu! ljóðar áheitanin úr Vági.

 

Jens Petur Brattalíð verður ferðaleiðari