Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er 47 ára gomul, hon er útbúgvin MSc í lívfrøði frá Aarhus Universiteti í 2010, hevur eina PhD í medisini við sergrein innan arvafrøði frá Aarhus Universiteti í 2015. Noomi er júst farin undir eina master í leiðslu og skipan á Fróðskaparsetri Føroya.
Noomi hevur drúgvar starvsroyndir innan íleguøkið í Føroyum, har hon millum annað hevur starvast sum granskari, verkætlanarleiðari av FarGen og leiðari av heilsudátueindini og fólkaheilsueindini í Heilsustýrinum.
Noomi tekur við starvinum tann 1. januar 2026.
Um Heilsustýrið
Heilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og at byggja eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.
Á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum www.heilsustyrid.fo er nærri kunning um virkisøkið.











