Fýra av námsfrøðingunum á dagstovnaøkinum í Vestmanna fingu í gjár prógv sum vegleiðari í rørslumenning.
- Hetta er samstundis fyrstu námsfrøðingar hjá Vestmanna kommunu, ið hava nomið hesa útbúgving.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at ein vegleiðari í rørslumenning arbeiðir við at menna kropsliga rørslulagið og sansaførleikarnar hjá børnum.
- Arbeitt verður eitt nú við spæli, venjingum og sansastimuli, ið stuðlar undir grov- og fínmotorikkin.
Tað er týdningarmikið at hava hesar førleikar á dagstovnaøkinum.
- Ikki minst soleiðis, at børn, sum hava tað trupult við rørslulagnum, kunnu verða sædd beinanveg og harvið hava betri fyritreytir fyri einum sunnum og virknum gerandisdegi.
Lagt verður aftrat, at tær, ið fingu prógv sum vegleiðari í rørslumening, eru Steinbjarta M. Dam, Guðrið Poulsen, Bjørg Høfgaard Nielsen og Elin Pedersen.
Á myndini omanfyri er eisini Morten Hust, dagstovnaleiðari.











