Seint í gjárkvøldið varð uppskotið um játtanarkarmarnar fyri komandi ár borið í Tingið.
Enn fæst ikki at vita, hvat stendur í uppskotinum, sum landsstýrið arbeiddi við til seint á kvøldið.
Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til uppskotið.
Hann sigur, at allir samgonguflokkarnir standa aftan fyri uppskotið, sum leggur upp til eitt hall á 450 milliónir krónur á fíggjarlógini 2012, so sum avtalað hevur verið.
Nú skal uppskotið viðgerast í Løgtingsskrivstovuni, so tað kann leggjast fram tann 1. apríl.
Tað var í síðstu løtu, at uppskotið um játtanarkarmarnar varð liðugt.
Sambært lógini um játtanarskipan landsins, skal uppskotið vera lagt fram fyri 1. apríl.