Eftir eina bráðfeingisfíggjarlóg í ár eru fyrireikingarnar av álvara farnar í gongd til fíggjarlógina 2005. Landsstýrismenninir hava havt nakrar fundir og kjakast um síni ynski og tørvir, og 1. oktober skal fyrsta uppskot til fíggjarlóg eftir ætlan leggjast fram.
- Arbeiðið gongur væl, og um mánaðarskifti august-september vera vit eftir ætlan lidnir við okkara uppskot um komandi fíggjarlógina, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen.
Inntøkur minka
Spurdur, hvørji fyribils tøl eru komin á borðið, og hvørjar ábendingar eru um endalig úrslit, sigur landsstýrismaðurin, at talan á fíggjarlógini 2005 aftur verður um hall.
- Inntøkurnar vóru hægri bæði í 2002 og 2003, enn tær eru í ár og helst í næsta ár eisini, og við tað at tjóðarinntøkurnar eru minkaðar, verður fíggjarlógarúrslitið aftur komandi ár undirskot, sigur Bárður Nielsen. Hinvegin leggur hann dent á, at endamálið er, at hallið ikki skal gerast størri í 2005 enn tær 204 milliónirnar, sum í ár vórðu í undirskoti, eftir at Fíggjarnevndin hevði tikið góðar 73 milliónir av upprunaliga uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Í 2002 vóru inntøkur landskassans 3,6 milliardir, í 2003 vóru tær 3,566 milliardir, og í 2004 eru tær 3,41 milliardir. Við hesum sæst ein afturgongd á um 200 milliónir, og hetta minkar sambært Bárði sjálvsagt um útlitini fyri betri fíggjarlógarúrsliti.
- Men endamálið er ikki at økja um hallið, slær Bárður Nielsen fast.
Fíggjarmálaráðharrin greiðir eisini frá, at manningin í Tinganesi hevur havt nakrar fundir um fíggjarlógina 2005, og kjakast hevur verið um, hvar og hvussu nógv kann sparast, so eitt vaksandi undirskot verður fyribyrgt.
Sami íløgukarmur
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur saman við hinum landsstýrismonnunum eisini havt fund um íløgukarmin í 2005, og hóast heldur einki er avgjørt hesum viðvíkjandi, verður talan um á leið somu íløgukarmar sum á núverandi fíggjarlóg.
- Fleiri stórar verkætlanir eru í gongd, og tær halda eftir ætlan fram uttan nakrar skerjingar. Íløgulistin er langur, men í hesum høpi kann eg t.d. nevna undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar, miðnámsskúlan í Vági, útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og Øravík-Hov verkætlanina, sigur fíggjarmálaráðharrin at enda.
Fakta
Hallið á fíggjarlógini fyri 2004 var 204 milliónir krónur
Upprunaliga uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum fyri fíggjarlógina 2004 var 277 milliónir í halli
Tjóðarinntøkur landskassans eru farnar úr 3,6 til 3,41 milliardir seinastu tvey árini
Málið er ikki at økja um hallið á fíggjarlógini 2005
Íløgukarmurin fyri fíggjarlógina 2005 verður tann sami