Hallur er givin í Horsens

Enn er ikki greitt, hvar liðformaðurin á føroyska landsliðnum nú fer at spæla

mynd: AC Horsens

Hallur Hansson hevur fyri síðstu ferð verið í eyðkendu gulu Horsens troyggjuni, har hann hevur verið liðformaður.

 

Í dag boðar felagið frá, at avrátt er millum Hall og felagið, at sáttmálaskeiðið er endað, hóast Hallur formliga var knýttur at felagnum fram til ársskiftið.

 

-Hallur Hansson hevur verið óførur og ofta dystaravgerandi spælari her í Horsens. At hann í fjør var liðformaður, undirstrikar støðuna, sum hann hevur havt her í felagnum. Men vit arbeiða við at seta lið saman, sum skal standa seg í framtíðini, og ætlanin var, at Hallur skuldi flyta til annað felag í seinasta lagi í vetur. Hann hevur verið smáskaddur, og hevur tískil ikki verið førur fyri at stuðla nakað serligt í nýggja kappingarárinum. Tí eru vit samd við Hall um, at hann nú er leysur av sáttmálanum, so hann hevur møguleika at finna nýtt felag, og vit hava møguleika at arbeiða við okkara ætlanum. Vigt ynsku honum alt tað besta og takka honum fyri tíðina her í Horsens, verður sagt á heimasíðuni hjá Horsens.

 

Hallur Hansson hevur verið í Horsens síðani í 2016. Tað hevur ljóðað, at næsta felagið hjá honum fór at verða Brann í Bergen, men enn er einki frætt um, at sáttmáli er undirskrivaður.

 

mynd: AC Horsens