Hallur Hansson dagsins maður í Horsens

Superligan: Liðskiparin á føroyska landsliðnum skoraði fyri AC Horsens í dag

Hallur Hansson bleiv valdur til dagsins spælara, tá AC Horsens í dag spældi 1-1 móti FC Nordsjælland á heimavølli. Liðskiparin á føroyska landsliðnum, sum eisini er liðskipari hjá AC Horsens, skoraði málið hjá heimaliðnum.

Tað var AC Horsens, sum kom á odda aftaná eitt korter, tá føroyski landsliðsmiðvallarin megnaði at lesa eina avlevering í uppspælinum hjá FC Norðsjælland eftir málskpark. Hann vann bóltin á brotsteigarmarkinum og skoraði uttan stórvegis trupulleikar.

Tað vóru teir gulu úr Horsens, sum høvdu tamarhald á støðuni, men tveir minuttir fyri tíð gekk galið, tá nnskifti Abu Francis stútaði eitt innlegg í málið. AC Horsens hevur fingið eina ringa byrjan upp á kappingarárið og liggur aftast við tveimum stigum fyri seks dystir.

Sæð við føroyskum eygum, so var tað hugaligt at millum annað fótbóltsheimasíðan, FotMob, valdi føroyska spælaran til dagins spælara. Hartil legði Hallur Hansson tríggjar ferðir upp til skotroyndir í dystinum.

##med2##