Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson, hevur fingið sína debut fyri tað danska superligafelagið, AaB.
Hetta hendi, tá AaB í donsku steypakappingini vann 3-0 á Skovbakken, sum hevði føroyska Róa Danielsen á liðnum.
Tá hálvur tími var eftir og AaB førdi 3-0, kom Hallur Hansson inn á vøllin, og sambært Róa Danielsen gjørdi Hallur tað gott á AaB-miðvøllinum.
Niðast hoyrist eitt prát við Róa Danielsen, ið spældi allan dystin fyri Skovbakken, sum er í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.