Hallur Joensen er farin undir upptøkurnar til nýggja fløgu, har hann syngur duettir saman við kendum countrysangarunum.
Í dag fóru kendir amerikanskir studiotónleikarar í studio í Nashville saman við Halli Joensen og Jákupi Zachariasen, sum stendur fyri framleiðsluni av nýggju útgávuni. Teir skulu spæla tónleikin inn, og seinni skulu Hallur og hinir sangararnir syngja sangirnar inn.
Útgávan við Halli Joensen verður nakað av tí størsta í føroyskum tónleiki nakrantíð, tí klaksvíkingurin skal syngja duettir saman við heimskendum countrysangarum. Teirra millum eru Vince Gill, Charley Pride, Bobby Bare, Bellamy Brothers, Sonya Isaac og G. Thomas. Eisini verður íslendska Jóhanna Guðrun við á einum sangi.
- Tað er næstan óveruligt hjá mær at sleppa at syngja saman við countrysangarum, sum eg havi verið bergtikin av, síðani eg var smádrongur. Tað er ótrúligt, at hesir sangarar vilja syngja saman við mær, sigur Hallur Joensen úr Nashville.
Um vikuskiftið vóru Hallur og teir í privatari veitslu, har Kris Kristoffersson handaði eini aðari countrylegendu Willie Nelson eina heiðursgávu, og har fekk Hallur møguleikan at heilsa upp á Willie Nelson.