Hallur Hansson og AC Horsens taptu í dag 2-1 móti Brøndby IF á útivølli. Føroyski landsliðsliðskiparin fór av vøllinum í hálvleikinum við pínu í fótinum.
Hetta eru ikki góð tíðindi undan landsdystunum komandi tíðina. Føroyska landsliðið skal spæla tríggjar dystir í næstum. Venjingarlandsdyst móti Danmark 7. oktober í Herning, og síðani móti Lettlandi og Andorra í Nations League á Tórsvølli.
Viljormur Davidsen var ikki í hópinum hjá Vejle BK, sum í evstu løtu vann sær flottan javnleik móti FCK, sum hevur fingið eina avbera vánaliga byrjan upp á kappingarárið í ár.
Brandur Hendriksson Olsen spældi allan dystin, tá Helsingborg IF tapti 1-0 móti Östersunds FK. Helsingborg liggur nú undir niðurflytingarstrikuni.
Gilli Rólantsson, sum væntandi verður úttikin til A-landsliðið í morgin, var ikki við í hópinum hjá Brann, sum í dag spældi móti Kristiansund. Heimasíðan hjá Brann skrivar, at trongisvágsingurin stríðist við ein skaða.