Føroyingafelagið, Vendsyssel FF hevði Hall Hansson og Brand H. Olsen við frá byrjan, tá tað á útivølli í dysti í kvøld eydnaðist Vendsyssel FF at vinna 1-0 á oddaliðnum, Lyngby í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark.
Sigursmálið fall í 85. minutti, og átti Hallur Hansson sín stóra lut í málinum, tá hann aftaná eitt framúr gott gjøgnumbrot legði bóltin inn í brotsteigin til Tiago Leonco, sum stútaði bóltin í netið til 1-0.
Brandur H. Olsen fekk 73 minuttir á vøllinum í dag, áðrenn hann var skiftur út, meðan Rene Shaki Joensen fekk seinastu 10 minuttirnar á vøllinum.
Vendsyssel FF liggur, sum nr fimm við 50 stigum. Fýra stig eru upp til Silkeborg, sum liggur á uppflytingarplássi á triðja plássi við 54 stigum. Vendsyssel FF hevur eina góða gongd nú, men tað eru bert trý umfør eftir í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark, og tí liggur tað ikki í hondunum hjá Vendsyssel FF.
Í komandi dystinum 16. mai tekur Vendsyssel FF ímóti Roskilde, sum liggur, sum nummar 9 við 35 stigum. Vinnur Vendsyssel FF tann dystin, og Silkeborg tapir sín dyst niðri í Horsens, so verður bert eitt stig upp til uppflytingarplássið.
Lyngby er oddalið við 60 stigum, og AC Horsens er nummar tvey við 57 stigum. Silkeborg hevur 54 stig, meðan føroyingafeløgini, Vejle og Vendsyssel FF hava 50 stig hvør.