Í Leirvík og Gøtunum tilsaman ella í Eysturkommunu er skattainntøkan væl størri, enn hon er tað í grannakommununi norðanfyri. Í Fuglafjarðar kommunu er skattainntøkan higartil í ár 38.932.280 krónur, meðan hon í Eysturkommunu er 50.331.011 krónur.
Men meðan inntøkan higartil í ár í Fuglafirði er størri, enn hon var tað fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør, so er inntøkan í Eysturkommunu higartil í ár eitt vet lakari, enn hon var tað fyrstu tíggju mánaðirnar í fjør.
Í Fuglafirði er inntøkan 1.590.343 krónur hægri higartil í ár, enn hon var í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 4,26 prosent.
Í Eysturkommunu er inntøkan 341.131 krónur lægri, enn hon var tað í fjør. Tað svarar til eina afturgongd upp á -0,67 prosent.