Hampiliga nógv grind

Eftir miðdag vóru fleiri bátar komnir til grindina, sum lá tveir fjórðingar eystur úr Flesjunum sunnan fyri Sumba.

Tað var ein kalvabátur, sum fann grindina í morgun, og hon gekk tá í trimum bólkum.

Roynt verður at reka grindina saman í ein bólk og síðani at reka hana norður eftir. Tað er í løtuni vestfall, og tað merkir, at tað rekur norð, og tað hjálpir til við rakstrinum.

Andre Joensen, grindaformaður í Vági, segði við Rás2 á miðdegi, at enn er eingin støða tikin til, hvar grindin skal haldast til, men Vágur er fyrsta hvalvágin fyri.

Hann væntar tó, at tað verða nakrir tímar, áðrenn grindin kann haldast til.