Handbollskanalen sendir Ísak til HØJ

Helst er hetta seinasta kappingarárið hjá Ísaki Vedelsbøl í Sävehof.

Mynd: Sävehof IK

Ísak Vedelsbøl hevur gjørt tað framúr við Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini, síðani skiftið frá H71 á sumri í 2024.

 

Handbollskanalen, ið fylgir svenskum hondbólti tætt veit frá altjóða hondbóltsserfrøðinginum, Hen Livgot, at Ísak skiftir til HØJ í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi summar.

 

Verjuspælið og strikuspælið hjá Ísaki hevur verið framúr, og Handbollskanalen staðfestir, at Ísak er ein lyklaleikari hjá Sävehof.

 

Sambært Hen Livgot skal eitt skiftið úr Sävehof til HØJ vera púra greitt. 

 

 

 

Mynd: Sävehof IK