Tað er Halla Gullfoss sum eigur og rekur serhandilin Events, sum bæði leiga og selja klæðir og aðra útgerð til serligar hendingar so sum brúdleyp, barnadóp, konfirmatión, veitslur av ymiskum slagi.
Til dømis ber til at leiga sær ein velafrakka, brúðarklæðir, eisini ber til at leyga sær stakar og keypa ymiskt prýði og borðprýði til veitsluna.
Til tey sum vilja gera eitt sindur meira burturúr fær man t.d. bomm í fínum innpakningi og etikettir at seta á vínfløskur við persónligari mynd.
Í sambandi við at handilin nú er fluttur í onnur hølir, verður skipað fyri kapping um at vinna eitt stórt páskaregg. Til ber at fara inn í handilin og gita hvat paskareggi vigar. Drigið verður 10. apríl. Eisini verður latið 15 prosent av allari vøru alla komandi viku
Halla Gullfoss er 34 ára gomul og ættað úr Sørvági. Hon hevur lisið mál í fleiri ár og er útbúgvin marknaðarfrøðingur. Hon búði í Danmark frá tí at hon var 17 ár gomul, til hon flutti heim aftur í fjør og setti handilin á stovn.
Handilin er opin soleiðis: mánadag-mikudag frá kl. 13-17.30, hósdag og fríggjadag frá 13-18 og leygardag frá 10-14.
Myndatekstur:
Halla Gullfoss eigur og rekur serhandilin Events í Dr. Jacobsensgøtu, sum selur og leigar klæðir og prýðislutir
Mynd: Magnus Gunnarsson