Fyritøkan Kaj Andreasen & Co varð stovnað av Kaj Andreasen í 1979 og hevur sostatt yvir 30 ár á baki. Umframt sølu og útleigan av arbeiðsamboðum er eisini ein handil við arbeiðsklæðum og vinnutólum - bæði í heilsølu og smásølu.
Fyritøkan bjóðar so at siga øll amboð innan byggivinnuna sum t.d. entreprenørmaskinur, gravimaskinur, trumlur, kompressarar, lessimaskinur, borivognar, plátuvibratorar, asfaltsagir, arbeiðsskúrar, boriútgerð, spreingimáttur, spreingievni og perlur, avmerkingarútgerð, generatorar, pumpur, blandimaskinur, trýstspularar umframt mangt annað. Eisini leverar fyritøkan serloysnir av ymiskum slagi. Sum umboð fyri svensku Trelleborg verksmiðjuna hevur fyritøkan leverað fendarar og pullartar til fleiri havnir kring landið.
Kaj Andreasen & Co hevur gjørt íløgur í nýmótans flutningstól og goymsluumstøður við tí endamáli at veita eina skjóta, trygga og góða tænastu. Í hesum sambandi hava starvsfólkini verið á trygdarskeiði fyri at tryggja røttu handfaringina av vørum bæði á goymslu og undir flutningi, umframt at skipað verður fyri skeiðum fyri fólki í vinnuni.
Fyritøkan umboðar kend merkir av ymiskum slagi bæði til privatfólk og vinnuna, sum t.d. Variant viðfestisvognar til so at siga øll endamál, BT lyftivognar og stáplarar, Modul-System til innrætting av t.d. vørubilum og verkstøðum, Atlas Copco kompressarar, borivognar og el-gereratorar, Honda sláimaskinur, ATV, vatnpumpur og motorar til bátar.
Við at leiga amboð frá okkum slepst undan at binda seg til at gjalda fyri tey amboð, sum bert skulu brúkast til eina arbeiðsuppgávu, sigur Bergur Andreasen, stjóri hjá Kaj Andreasen & Co, sum leggur afturat, at vit eru ein hundrað prosent føroysk fyritøka.