Fríggjadagin 28. apríl hava handlarnir í Runavíkarøkinum opið til kl. 24:00. Handilslívið verður á tremur við góðum tilboðum, kappingum, tiltøkum, tónleiki og upplivingum.
Til ber at kunna seg á facebookvanganum 'Mentanarvikan í Runavíkar kommunu' og á Facebook síðunum hjá teimum ymsu handlunum, um upplatingartíðir v.m.