Tíðliga í morgun handtók løgreglan í Havn ein mann fyri harðskap.
Hann er skuldsettur fyri at hava skallað ein duravørð í einum skeinkistaði í Havn.
Maðurin, sum skallaði, varð settur í varðhald til tað var runnið so frægt av honum, at tað bar til at avhoyra hann.
Seinni skulu so eisini duravørðurin, og kanska onnur við, athoyrast í málinum.
At gera seg inn á duravørðar verður tikið serliga álvarsligt, tí í sambandi við teirra arbeiði, eru tey í serligum vanda fyri harðskapi, og tí hava tey eisini eina serliga verju. Av tí sama eru dómarnir fyri at gera seg inn á slík fólk, ofta harðari enn annars.
Seinni skal so støða takast til, um maðurin skal í grundlógaravhoyring við tí endamáli at varðhaldsfongsla hann, ella ikki.
Somuleiðis eru tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, ein í Suðuroy og ein í Eysturoy
Annars var øgiligt fólk fólk í býnum í Havn í nátt, sigur løgreglan. nógv tiltøk vóru í gjár og í nátt og tað sást aftur í býarlívinum, men løgreglan sigur, at sum heild var friðarligt.
Løgreglan gjørdi nógv burtur úr at verða til staðar í náttarlívinum, og tað plagdi hava eina sissandi ávirkan á fólk.