Hann er ein harður hálsur

Svimjing: Tað kann gott vera, at nýggi venjarin hjá Havnar Svimjifelag er lítil á vøkstri, men sum venjari er talan um ein stóran persón

Tað vóru fýra fegnar gentur, sum Sosialurin fekk orð á, beint eftir, at tær høvdu sett nýtt met í 4x200 metur frísvimjing. Venjari teirra hevði kravt av teimum, at tær skuldu royna eftir metinum, og hetta hóast tær í løtuni eru í gongd við tunga venjing, sum ger at tær als ikki eru so væl fyri at svimja skjótt. Tær eiga at ìtoppaî um eitt hálvt ár, tá FM kappingin verður.

Kortini eydnaðist tað teimum at taka metið, sum hevði staðið í umleið hálvtannað ár, og ikki kann sigast annað enn, at tað var hegnisliga úr hondum greitt, tá nýggja metið er næstan tíggju sekund betri enn gamla metið.


18 tímar í hylinum

Tær fýra halda, at nýggi venjarin eigur sín part í nýggja metinum. Hann er nógv harðari til venjing og krevur ein nógv meira professionellan venjingarhátt av svimjarunum enn aðrir venjarar hava gjørt.

? Hinir venjararnir hava eisini verið góðir, men teir hava latið okkum fingið hvíld eina løtu meðan vit venja, og tað hevur gjørt, at vit ikki hava fingið tað sama burturúr. Hesin venjarin loyvir okkum ikki at rætta svimjibrillurnar og tað merkist. Venjingin kennist harðari, og vit fáa meira burturúr, sigur Karin Gaardlykke, sum hóast sín unga aldur hevur rættiliga drúgvar royndir, bæði her heima og í oyggjaleikahøpi.

Karin ivast ikki í, at tað er konsentratiónin um venjingina og virðingin fyri venjaranum, sum ger, at tað verður arbeitt meira miðvíst nú enn fyrr.

Hesum eru hinar tríggjar samdar við henni, og tær vísa allar á, at tað als ikki loysir seg, at royna at snýta venjarin, tí hann hevur eyguni við øllum svimjarunum.

? Hann sær tað beinanvegin, um vit royna at snýta okkum til eina hvíld, og so rópar hann.


Hevur góð úrslit

Eingin av teimum trimum setir spurnartekin við tað sum venjarin ger, tí hann eru ótrúliga seriøsurí tí hann hevst at.

? Hann hevur havt svimjarar í a-finaluni til heimsmeistarakappingina og tað ber boð um, at hann veit hvat hann ger. Tí eiga vit eisini at kunna fáa nógv burturúr honum, siga tær fýra.

Tað sæst eisini, at tær fegnar vilja gera tað sum venjarin biður tær, og tá vit hava í huga, at svimjararnir brúka ótrúliga nógva tíð upp á sín ítrótt, so er tað skilligt. Sambært teimum fýra, so brúka tær onkustaðni um 18 tímar í venjingarhylinum, og tað sæst sjálvandi aftur.

Men hava tit tíð til nakað annað?

- Nei. Vit ganga næstan ikki í býnum, tí tað hava vit ikki orku til. Vit venja 8-9 ferðir um vikuna, og í tímum svarar tað til 15-18 tímar venjing um vikuna, siga tær fýra og vísa á, at sjálvt ikki føroyskir fótbóltsspælarar brúka so nógva tíð til venjing.

Tær vísa kortini á, at tær eru í býnum av og á, men tað verður til ein túr í biograf, ella okkurt líknandi. Men tað ger heldur einki, siga tær, sum hava fingið nógva gleði til at vera við í kappingum bæði heima og uttanlands.