fótbóltsprát
Fleiri av viðhaldsfólkunum og leikarunum hjá HB mundu vera illa við, tá GÍ legði seg á odda 2-1 fríggjadagin. Upptaktin til málið var nevnliga ein bóltur, sum HB-leikararnir hildu vera úti, og sum teir tí ikki fóru eftir.
Tað gjørdi Magni Jarnskor hinvegin, og tá vit eftir dystin spurdu hann, um bólturin var inni ella úti, ivaðist hann ikki.
- Har var líka sum ein lítil kulla við síðulinjuna, og bólturin at kalla lá í hesari. Eg helt ikki, at bólturin var úti, og tá linjuverjin so heldur ikki vinkaði, var tað bara at fara avstað, heldur Magni um hetta.
Tað kann kanska skoytast afturat, at júst hendan hendingin kanska eisini sýndi tann munin, sum er á, tá leikararn eru royndir ella óroyndir. Nærmasti maður at bóltinum var uttan iva Vagnur M. Mortensen hjá HB, men hann átók sær leiklutin sum áskoðari, meðan Magni fór spelandi avstað við bóltinum. Ein meira royndur leikari hevði kanska givið bóltinum seinasta skumpið av síðulinjuni, men tað er so ein hyoptetisk støða, vildi onkur kanska sagt.