Hanna av Húsabrúgv 75 ár

Fríggjadagin 12. november fylti Hanna av Húsabrúgv í Havn 75 ár.

Hanna var fødd í Norðragøtu. Foreldrini vóru Ragna, f. Salthammer, úr Noreg, og Símun Simonsen, úr Norðragøtu.

Mamman doyði, tá Hanna var 4 ára gomul, og hon bleiv fostrað upp hjá familju í Norðragøtu.

14 ára gomul kom hon til Havnar at tæna, og í 1949 giftist hon við Petur av Húsabrúgv úr Havn. Tey fingu 5 børn: Eydna, Ása, Regin, Sunnrid og Sólrun.

Petur doyði í 1998, 75 ára gamal.

Hanna var heimaarbeiðandi til børnini vórðu vaksin og fór seinni út at arbeiða. Hon gjørdi reint hjá fysioterapeutunum á Landssjúkrahúsinum, har hon vísti serligt nærlagni og var framúr vælgjørd.

Hanna eigur 10 ommubørn og 10 langommubørn.