Hanna á Kjalnesi í Gamla Handli

Eystanstevna

 

Johanna Jakobsen, vanliga rópt Hanna á Kjalnesi, fer at sýna fram list og prýðislutir í Gamla Handli í Heiðunum á eystanstevnu.

Framsýningin hjá Honnu verður opin fríggjakvøldið frá klokkan 19-22, og leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14-19.

- Eg havi altíð verið áhugað í at brúka hendurnar til tað kreativa, sigur listarkvinnan.

Hon teknaði nógv sum barn og í uppvøkstrinum. Í 1994 var hon á intensivum skeiði í akvarelmáling, sum Flügger skipaði fyri í Tofta skúla.

- Hetta var hjá einum enskum málara, Alec Krülov. Aftrat hesum havi eg gingið fleiri ár í kvøldskúla í Kollafjarðar skúla hjá eitt nu Randi Gunnarsdóttir, listakvinnu. Um hetta mundið fór eg at mála við akrylmáling, og tað geri eg framvegis.

Hanna á Kjalnesi hevur verið við á framsýningum í Smiðjuni í Lítluvík, á Sundalagsstevnu í Hósvík, “Fram í Ljósi” í Klaksvík, á Atlantic Pane í Kollafirði og eisini aðrastaðni í Kollafirði.

- Mær dámar helst best at mála naturalistiskt og stillmyndir, men eg kann eisini finna uppá at mála nútímans abstrakt, sigur hon.

Arbeiði við smykkum, sum Hanna á Kjalnesi eisini tekst við, byrjaði á kvøldskúla, sum hevði perluseyming.

- Her fekk eg hug at gera smykkur, sum eg eitt nú havi havt við á sølustevnu í bygdarhúsinum í Kollafirði.

Hanna á Kjalnesi sigur, at hon fær hugskotini til smykkurnar í mótabløðum og aðrastaðni, og eisini roynir hon at fylgja við, hvat er uppi í tíðini.