Hannis Martinsson í ótespiligari fløkju

Onki mark er fyri gitingunum í ótespiliga málinum, sum detektivurin Hannis Martinsson verður fløktur inn í í nýggju krimibókini Metusalem, sum júst er komin út



Enn einaferð sleppa lesarar á kanningarferð saman við Hannis Martinsson, nú Jógvan Isaksen gevur út fimtu bókina um vælumtókta detektivin úr Havn. Og málið, Hannis hesuferð verður drigin inn í, er ikki tespiligt: 


"Maðurin stakk aftur spakan niður í ta myrkabrúnu evjuna og slongdi tað, hann hevði fingið uppí eftir tí fyrra. Hesaferð kom tað tvørturum andlitið, og hann eymkaði seg. Okkurt harðari enn bleyt óhumska hevði rakt hann. Hann rætti seg niður og tók eitthvørt upp. So rópti hann og vísti tey grábleiku beinini av eini mannahond" 


Kommunumenninir, sum reinsa Hoyvíkstjørn, eru komnir fram á eina beinagrind, sum ein C-14 tíðarfesting vísir er um túsund ára gomul. Uppskotini og gitingarnar, um hvør tann deyði man vera, eru næstan uttan mark, men eitt vóru fólk kortini samd um, og tað var at kalla beinaræið fyri Metusalem. Men so verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði er beiggi hansara, ið hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali.

Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út nýggju krimisøguna, ið er at fáa í bókhandlum kring landið